Eisini lítil lundi í Íslandi

Vestmannaoyggjarnar eru gott lundapláss, men tey bæði seinastu árini er lundin nógv minkaður. Tað sama er við ternuni. Tað er ikki bara í Føroyum, at lítil lundi er at síggja í bjørgunum. Tað sama er í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, og har ivast bjargamenn heldur ikki í, hví lundin er minkaður.

Sambært Vísir er munandi minni av nebbasild at síggja kring oyggjarnar, enn vanligt var. Soleiðis var eisini í fjør, og tá var eisini minni av lunda enn vanligt.

Bjargamenninir í Vestmannaoyggjunum hava gjørt av at taka minni lunda í ár, eftir sum stovnurin tykist vera so illa fyri.

Vísir veit eisini at siga, at munandi færri ternureiður eru á Suðurvesturlandinum í summar enn fyrr, og hildið verður, at hetta kemst eisini av, at ov lítið er av nebbasild.