Tað er ikki bara hjá monnum, at Neistin og Kyndil skulu takst. Eisini hjá kvinnunum er dystur á skránni, og byrjar hesin klokkan 14.30.
Higar til í ár hevur Neistin víst seg sum betra liðið, og seinastu nógvu árini hava tær eisini havt eitt gott tak á grannunum. Kyndil hevur hinvegin sýnt stórar glottar í sínum spæli, og so er spurningurin, um avrikið hesa ferð verður av sovorðnum slag, at tær veruliga kunnu bjóða av.