Um eitttíðina seinnapartin var ein jarðskjálvti við Bláfjøll í Íslandi, og sambært jarðfrøðingunum var hann 4,6 á Richterstiganum. Fólk í Reykjavík og har um vegir merktu skjálvtan væl, og tað sama var eysturi á Selfossi, í Hveragerði og úti í Vestmannaoyggjunum, skrivar Morgunblaðið.
Sagt verður, at fleiri eftirskjálvtar hava verið, men at teir hava verið rættiliga veikir - niðan fyri 2,0 á Richterstiganum.
Um tveytíðina var ein harður jarðskjálvti undir havbotninum við Jan Mayen. Hann var 6,6 á Richterstiganum.










