Eisini illveður í grannalondunum

Tað djúpa lágtrýstið, sum gevur ódnarveður í Føroyum, hevur eisini elvt til illveður í Noregi og Danmark Í Noregi hevur illveðrið, sum har hevur fingið navnið ?Tuva?, gjørt skaða ymsastaðni. Eitt nú reiv takið á einum ellisheimi. Ferðslan er eisini nógv tarnað bæði á landi og sjógvi. Fleiri vegir eru stongdir, og fleiri ferjur hava avlýst alla sigling í dag.

Eitt danskt fiskiskip bað seinnapartin um hjálp, tí tað var farið at leka. Skipið er statt í norska partinum av Norðsjónum, og norska bjargingartænastan sendi eina tyrlu út til skipið við pumpum. Fimm menn eru við skipinum, men teir hava ikki sent neyðarkall, sigur norska bjargingartænastan.

Illveðrið hevur eisini gjørt um seg í Danmark við nógvum vindi av suðri og útsynningi. Mesti vindurin hevur verið við vesturjútsku strondina, har vindferðin er komin upp í 32 metrar um sekundið onkunstaðni. Har suðuri í Jyllandi eru trø farin um koll í vindinum, og vindurin hevur eisini darvað ferðsluni um Stórabelti.

Danska veðurstovan sigur, at lágtrýstið, sum elvir til illveðrið, er tað djúpasta, sum komið inn yvir Norðsjógvin vestaneftir tey seinastu sjey árini.