Keypir tú jólagávur?
- Ja, for søren, tað geri eg. Ikki so nógvar, men míni nærmastu fáa sjálvandi gávur. Børnini plaga at skriva pápanum ein ynskilista, og so avgreiði eg alt eftir einari løtu ein seinnapart.
Øssur Egholm sigur, at jólaaftan verður hildin hjá eldru dóttrini og versoninum.
- Vit verða ikki so nógv, eini seks ella so, rokni eg við. Jóladagur verður partvís eisini hildin saman við børnunum og ikki minst abbadóttrini. At at vera í hennara selskapi er altíð sera stuttligt og gevandi.
Øssur Egholm sigur, at hann partvís verður til arbeiðis jóladagarnar, bæði jólaaftan og jóladag, og hann heldur, at tað avgjørt eisini hevur sín hugna við sær.
Hvat er tað besta, sum hendi í 2019?
- Eg havi á allan hátt havt eitt gott 2019 - við nógvum arbeiði og góðari heilsu, og tað taki eg ikki sum nakra sjálvfylgju. So, eg eri takksamur fyri árið, sum nú fer - uttan at draga naka framum annað.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Tíbetur hevur einki nevnivert keðiligt verið mær fyri í ár, sigur Øssur Egholm.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Sum ein eldist fáa jólini størri og størri týdning. Tey eru ikki longur bara nakrir frídagar, sum skulu fáast afturum sum skjótast.
Øssur Egholm sigur, at honum í dag dámar sera væl jólahátíðina við øllum tí, hon hevur við sær - alt frá jólatónleiki, stákan og góðum mati til hvílu, kvirru, kirkjugongd og jólaboðskapin.