Eitt land afturat hevur fyribils valt at steðga við covid-19 koppingarevninum frá AstraZeneca.
Heilsumálaráðið í Hollandi upplýsti í gjárkvøldið, at fram til í fyrsta lagi 29. mars verður koppingarevnið ikki nýtt.
Tað er heilivágsmyndugleikin í Hollandi, sum hevur tikið avgerðina »eftir nýggjar upplýsingar«. Tað upplýsir ráðið sambært tíðindastovuni Reuters.
– Myndugleikin hevur sum eitt tygdartiltak, og til nærri kanningar eru gjørdar, mælt til at steðga við nýtsluni av AstraZeneca-koppingarevninum, sigur ráðið.
Avgerðin hevur við sær, at heilsumyndugleikarnir í Hollandi verða noyddir at avlýsa 43.000 ætlaðar koppsetingar, sum tíð varð sett av til. Tað skrivar hollendska tíðindastovan ANP.
Í gjár gjørdi Írland av eisini at steðga við AstraZeneca.
Áður hava eitt nú Danmark, Noreg og Ísland eisini steðgað nýtsluni av koppingarevninum eftir fráboðanir um blóðtøppir hjá koppsettum.
Í Noreg eru trý heilsustarvsfólk innløgd við blóðtøppi eftir at hava verið koppsett við evninum frá AstraZeneca.
Leygarkvøldið boðaði AstraZeneca frá, at ein kanning av data frá yvir 17 milliónum koppsetingum ikki vísa, at tað skuldi verið øktur vandi fyri blóðtøppi.
Tilburðirnir við hesum sjúkum »eru ikki størri enn talið, sum hevði verið nátúrligt hjá ikki koppsettum fólki«, skrivar felagið í fráboðan til Ritzau.
/ritzau/