Eisini hjálparlæknarnir stuðla mótmælinum

Eisini Hjálparlæknaráð Føroya eftirlýsir størri fakligum kunnleika í Heilsumálaráðnum, sambært eini almennari viðmerking frá Hjálparlæknaráðnum.

Hjálparlæknaráðið sigur, at eitt fyrsta stig, sum kundi betrað um støðuna, var um fakligur kunnleiki var partur av aðalráðnum. Hetta skuldi verið eitt óheft millumlið, sum kundi tulkað og greitt frá støðuni partanna millum.

 

- Vit meta, at tað hevði bøtt munandi um góðskuna í arbeiðinum hjá Heilsumálaráðnum og skapað tryggari karmar um heilsuverkið, um fakligur kunnleiki kom inn í heilsumálaráðið, skrivar Hjálparlæknaráð Føroya.

 

Tey skjóta upp, at ein slíkur ráðgevandi fakligur kunnleiki verður lagdur afturat Landslæknaembætinum, sum ætlanin er at yvirtaka.

 

- Samstundis vilja vit stuðla teimum 575 starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum, sum hava sett sína undirskift á skriv handað Heilsumalaráðnum í dag. Tað er er avgjørt brúk fyri góðari leiðslu og kontinuteti á sjúkrahúsverkinum, skrivar Hjálparlæknaráðið.

 

- Tað, sum heldur heilsuverkinum uppi, er eldhugin hjá øllum teimum, sum arbeiða við sjúklingunum. Tey, sum vilja toyggja seg tað eyka, tí tey vita, at tað er neyðugt. Tey hava betur uppiborðið, stendur í skrivinum.