Tað gongur munandi betur á virðisbrævamarknaðunum í Evropa í morgun. Í Keypmannahavn er vísitalið fyri 20 tær størstu fyritøkurnar hækkað 1,89 prosent samanborið við seinnapartin í gjár.
Í Stockholm er OMX-vísitalið hækkað 1,9 prosent.
Gongdin er tann sama aðrastaðni í Evropa. Í Italia, Spania opg Sveis er hækkingin oman fyri tvey prosent í morgun.
Virðið á asiatisku marknaðunum vaks eisini, tá teir lótu upp í nátt.