Fleiri kommunur hava í heyst heitt á sínar borgarar um at kóka drekkivatnið.
Trupulleikar við drekkivatninum stinga seg ofta upp um heystarnar, tá tað fer at regna, og yvirflatuvatn rennur í løkir og vøtn.
Nú heitir eisini Runavíkar kommuna á sínar borgarar í Rituvík um at kóka drekkivatnið.
- Borgarar í Rituvík verða bidnir um at kóka drekkivatnið, til nærri boð verða givin.
Tað eru boðini frá Runavíkar kommunu, sum Rituvík er partur av.









