Eisini ófriður í Sýrialandi

Fleiri túsund fólk gingu í dag kravgongu í Daraa og øðrum býum í Sýrialandi, har tey kravdu demokratiskar nýskipanir. Myndugleikarnir høvdu sent væl mannað trygdarlið at steðga kravgongunum, og sambært tíðindastovuni AFP løgru trygdardeildirnar uppí og spjaddu mótmælisfólki.

Býurin Daraa er er vorðin miðdepil fyri mótmælistiltøkunum í Sýrialandi, eftir at tann 11 ára gamli Munze Mumen al-Masalmah doyði á einum sjúkrahúsi av løstum, sum hann fekk, tá løgreglan legði uppí eina kravgongu í býnum.

Tíðindastovurnar skriva, at mótmælisfólk settu eld á høvuðsswtøðina hjá tí leiðandi Baath-flokkinum í Daraa í gjár, og at minst 100 fólk fingu skaða í samanbrestum við trygdarmenn og hermenn.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at sýrisku myndugleikarnir nýta óneyðugan harðskap ímóti teimum, sum krevja demokratiskar nýskipanir.