Eisini Ferðaráðið verður nú alment partafelag

Níggju nevndarlimir skulu vera í P/F Visit Faroe Islands

Nú skal Ferðaráðið eisini gerast til eitt alment partafelag.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í ferðavinnumálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at umskipa Ferðaráðið og at gera tað til almenna partafelagið, P/F Visit Faroe Islands.

 

Samstundis skal landið eiga allan partapeningin í felagnum í hesum sambandi skal landskassin seta 500.000 krónur í partapeningi í felagið.

 

Men felagið kann fáa játtan á fíggjarløgtingslógini og tann stuðulin skal brúkast eftir sáttmála ímillum landsstýrismannin og felagið.

 

Endamálið hjá nýggja partafelagnim skal vera at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland fyri at skapa vøkstur í føroysku ferðavinnuni.


Í samstarvi við kommunur og lokalu vinnuna, kann partafelagið eisini stuðla økisferðavinnufeløgum fíggjarliga.

Nevndin skal verða væl mannað við níggju nevndarlimum.

 

Ferðaflutningsfeløguni skulu tilnevna tveir nevndarlimir og annars tilnevna Ferðavinnufelagið, Kommunufelagið, Útoyggjafelagið, Norðurlandahúsið, Ítróttarsamband Føroya og Vinnumálaráðið, hvør sín nevndarlim.

Nevndin skal vera sett saman av lyklafólki á teimum ymsu økinjunum og tilsamans skal nevndin hava teir neyðugu fakligu førleikarnar.

 

Men aðalfundurin skal nevndarformannin. Hann skal hava hollan kunnleika til ferðavinnuna og verður níggjundi limurin í nevndini.

Johan Dahl sigur, at málið er, at ferðavinnan í Føroyum skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.

 

Mett verður at innkomandi ferðavinnan í dag skapar uml. 400-500 ársverk og málið er, at talið av arbeiðsplássum skal tvífaldast fram til 2020.

 

Johan Dahl heldur, at ein fortreyt fyri at røkka málinum, er at gera Ferðaráðið til eitt alment partafelag

 

Tað hevur við sær, at Ferðaráð Føroya fær betri og meiri støðugar karmar og verður tættari knýtt at vinnuni, bæði soleiðis at marknaðarføringin verður betri samskipað við vinnuna, og soleiðis at vinnan í størri mun enn í dag nýtir pening til marknaðarføringina av Føroyum, saman við Ferðaráðnum.