Eisini føroyskt í B36

Tað verður Heðin Askham, ið skal venja B36. Hetta stóð greitt í gjár, tá partarnir undirskrivaðu sáttmála

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo


Við setanini hjá B36 av Heðini er tað nú bert GÍ av Formula-liðunum, sum ikki hevur sett venjara fyri komandi kappingarár. Og tað er merkisvert, at talan higar til einvíst hevur verið um føroyskar loysnir í ymsu feløgunum.

Heðin hevur ikki staðið á odda fyri liði í fremstu deildini áður, men hann hevur lokið hægstu føroysku venjaraútbúgvingina, og í fleiri ár hevur hann verið partur av arbeiðinum kring yngru landsliðini.


Ungur hópur

B36 hevur nógvu seinnu árini verið eitt av feløgunum, sum støðugt hava meddað móti oddinum. Og í felagnum verður staðfest, at hetta eisini er málið í ár.

Tað eru tó fleiri, ið hava sett spurnartekin við, um missurin av fleiri profilum ikki er ov dyggur smeitur fyri felagið í hesum royndum. Burtur eru Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen og Amed Davy Sylla, og tað eru ikki spælarar, sum tú uttan víðari finnur avloysarar fyri.

Tað hevur tó verið greitt eina tíð, at Dmitri Jankovic, sum í ár spældi við VB/Sumba, skal styrkja um B36-verjuna í ár. Hartil skrivar felagið á heimasíðu sínari, at nýggjur málverji er ávegis til felagið, eins og arbeitt verður við at styrkja álopspartin.

Men ásannað verður tó, at talan í nógvar mátar verður um ein hóp, sum verður munandi yngri, enn hann var tað í ár, staðfestir Kristjan á Neystabø fyri heimasíðuni hjá B36.