Tveir menn, sum komu til Seydisfjarðar við Norrønu í morgun, vórðu tiknir, tí løgreglan hevur illgruna um, at teir høvdu følsk pass. Menninir vórðu tí settir í varðhald, meðan málið verður kannað, og tað arbeiðið verður væntandi liðugt í kvøld ella í morgin.
Sambært Morgunblaðnum er tað hugsandi, at teir báðir menninir verða ákærdir fyri skjalafalsan. Hetta hendi einari kvinnu úr Nigeria, sum kom til Íslands við flogfari fyrr í hesum mánaðinum, og hon fekk 30 daga fongsul.
Løgreglan á Seydisfirði sigur, at menninir hava ikki søkt um uppihaldsloyvi í Íslandi.