Eisini eykajáttan til Psykiatriska depilin

Ein umbøn um eykajáttan, sum í løtuni verður viðgjørd í Løgtinginum, fevnir eisini um virksemið á Psykiatriska depilinum, sigur heilsumálaráðið.

Bergtóra H. Joensen, løgtingskvinna, hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum seks spurningar sambært § 52a í Tingskipanini um at lata aftur Deild 1 á Psykiatriska deplinum, nú Landssjúkrahúsið, vegna vantandi játtan, má umleggja virksemið.

Heilsumálaráðið sigur í einari viðmerking, at í løtuni liggur ein umbøn um eykajáttan á gott 7 mió. til virksemið á Landssjúkrahúsinum í Løgtinginum. Eykajáttanin fevnir eisini um virksemið á Psykiatriska deplinum og endamálið við eykajáttanin er júst at sleppa undan ógvusligum inntrivum á sjúkrahúsøkinum, m.a. á Psykiatriska deplinum, sigur heilsumálaráðið.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, fer í næstum at svara spurningunum frá Bergtóru H. Joensen.