Eisini dystur í Hvonndeildini

Ein einstakur dystur verður spældur í Hvonndeildini um eitt bil

Meðan heili tríggir dystir verða spældir í FTZ-deildini hjá monum í kvøld, so fer tað at ganga meira stillisliga fyri seg í Hvonndeildini, har bert tann eini dysturin verður spældur. Liðini, ið hittast, eru StÍF og Stjørnan.

 

Bæði liðini vóru í leiki í vikuskiftinum, men komu ikki á stigatalvuna. StÍF tapti tepurt á heimavølli ímóti VB við tveimum málum - 23-21.

 

Verri gekk tað hjá Stjørnuni, ið fekk ein sannan avsmurning í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum. Á heimavøllinum í KÍ-høllini tapti Stjørnan heili 29-18 sunnudagin.

 

Sostatt er talan um tvey lið, ið bæði stremba eftir at vinna síni fyrstu stig. Dysturin í høllini á Skála byrjar klokkan 18.30.