Sjálvt um ordansmaktin ongantíð svevur, ber kortini til at halda jól hjá teimum, sum eru til arbeiðis um høgtíðina. Í kvøld hava tey etið dunnnu og rísingreyt á politistøðini. Jólini merkjast eisini hjá løgregluni.
- Vit hava pyntað nakað, men vit hava einki jólatræ í ár, eg veit ikki rættiliga hví. Men við slíkum eru tað altíð nakrar eldsálir sum sygrja fyri øllum, so tær hava helst ikki verið til í ár, sigur Kristina Christiansen, sum var á vakt fram til klokkan 19.
Tey, sum møta til vakt tá, fáa so bæði dunnu og rísingreyt við mandlugávu. Eins og KFUK fær politistøðin eisini sín jóladøgurða frá Landssjúkrahúsinum.
Kristina vil ikki siga, hvussu mong tey eru til arbeiðis, men sigur, at tey eru væl mannað.
- Hjá teimum, sum búgva í Havn, ber eisini til at far heim at heilsa upp á, um teir kortini koyra patrulju. Men hóast tað er jól skulu øll vita, at vit alla tíðina eru til reiðar, um nakað skuldi verið áfatt, sigur Kristina Christiansen.
Hon sigur, at ein eyka uppgáva hjá løgregluni um høgtíðina er, at fólk ringja nógv inn á støðína.
- Nógv eru einsamøll, og summi ringja bara fyri at práta við onkran. Onnur ringja, tí tey eru bangin um onkran, sum er einsamallur, og tað er so javnan at vit verða biðin um at líka hava eyguni við onkrum, sigur Kristina Christiansen.
Hinvegin hava tey skipa tað soleiðis, at um jóltíðir og fram til nýggjárið hava løgreglufólkini vaktir á tvær ferðir 12 tímar, og so hava tey frí restina av høgtíðini. Og tað er nú heldur ikki so galið.
So herfrá er bert at ynskja løgregluni eini gleðilig og ikki minst friðarlig jól.