Tað eru ikki bara føroyskir handverkarar, sum leita sær arbeiði í Noegi. Í seinastuni eru nógvir danskir handverkarar farnir sama veg. Eitt nú hevur fakfelagið 3F í Frederiksborg útvegað fleiri av sínum limum arbeiði í Ålesund. Tað hevur felagið gjørt í samstarvi við norska felagið Verto, og stjórin har letur væl at.
-Vi hava eitt øki, sum er í stórum vøkstri orsakað av frálandavinnuni. Fíggjarkreppan hevur onga ávirkan her í Noregi og als ikki í Ålesund. Okkara størsti trupulleiki er í veruleikanum at fáa nóg mikið av dugnaligum fólki til tey mongu leysu størvini, sigur Henning Karlsen, stjóri í Verto, við blaðið hjá 3F. Hann leggur afturat, at sum er arbeiða fleiri hundrað danir á Ålesund-leiðini. Men marknaðurin er ikki mettaður, og tørvur er á timburmonnum, elektrikarum, bilmekanikarum, múrarum og øðrum.
Norsk hagtøl vísa, at umleið 60.000 fólk resta í á norska arbeiðsmarknaðinum, og at tey leysu størvini eru 10.000 fleiri nú enn fyri einum ári síðani.










