Løgreglan í Føroyum er sera væl fyrireikað til at loysa trupulleikan, skuldi Sea Shepherd funnið upp á at lagt seg út eitt grindadráp í Føroyu
Peter Thaysen endurtekur nú fyri Ritzau, tað, hann áður hevur sagt um at serdeildir frá løgregluni og sjóverjuni í Danmark, eru í Føroyum í alt summar við skjóttgangandi bátum og aðrari útgerð og tær vera her so leingi Sea Shepherd er her.
- Vit hava tryggjað okkum, at vit kunnu loysa uppgávuna á sjógvi og landi og í tí sambandi hava vit fingið serliga hjálp frá donsku sjóverjuni, sum hevur skjóttgandandi bátar til taks, og donsku fregnartænastuni, sum hevur eina sereild til taks, sigur Peter Thaysen.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv fólk er komið úr Danmark, men hann vísir á, at verður tað neyðugt, kemur meiri fólk úr Danmark higar at hjálpa til.
- Vit hava tvær uppgávur. Onnur er at tryggja, at grind kann haldast til, tí tað er lógligt í Føroyum. Hin uppgávan er at ansa eftir trygdini hjá Sea Shepherd fólkunum, so at tey kunnu motmæla í friði – so leingi tey gera tað lógliga, sigur Peter Thaysen.
Les eisini: Føroyingar gera seg inn á Sea Shepherd
Og hann ivast onga løtu í, soleiðis, sum løgreglan er skipað, er hon fult út til reiðar at loysa uppgávuna til fulnar.
Annars skrivar Ritzau, at kendi franski sjónleikarin, Brigitte Bardot, eisini hevur lagt seg út í grindadrápi, tí hon hevur skrivað danska matvøruráðharranum, Dan Jørgensen, bræv, har hon biður hann steðga grindadrápinum í Føroyum