Marni hevur ikki verið partur av landsliðshópinum, síðani Føroyar í 2007 taptu 2-0 móti Skotlandi.
Brian Kerr hevði hann tó við í síni fyrstu úttøku, men nú hevur EB/Streymsspælarin givið avboð.
Í gjár staðfestu vit, at Jákup á Borg heldur ikki verður tøkur hjá landsliðsvenjarnaum, so í øllum førum tveir av teimum fimm, sum stóðu á bíðlistanum hjá Brian Kerr, kunnu rokna við einari uppringing hetta vikuskiftið.