Eirindaleysur samba-bóltur

Bólkur C:
Hóast Brasiliga longu hevði tryggjað sær víðari luttøku, so spardu teir ikki krútið ímóti Costa Rica, sum við greiða tapinum segði farvæl til HM

HM-fótbóltur

Hósmorgunin vórðu seinastu dystirnir í bólki C leiktir. Her snúi spenningurin seg um, hvørt tað fór at eydnast Turkalandi ella Costa Rica at vinna seg víðari úr bólkinum saman við Brasilia, sum longu hevði tryggjað sína luttøku.

Turkar víðari
Tað sá kanska best út hjá Costa Rica, sum við einum javnleiki móti Brasilia vóru vísir í at koma víðari. Tað var kanska væl hugsandi, at Brasiliga fór at taka sær av løttum hendan dystin, men høvdu teir hjá Costa Rica roknað við hesum, so gjørdust teir vónbrotnir.
Brasilia spílaði seg nevnliga út frá fyrsta bríksli, og serstakliga Ronaldo vísti, at hóast drúgvan skaðasteðg, so er væl hugsandi, at hann kann gerast maðurin, sum bjargar brasilsku HM-vónunum.
Samstundis spældi Turkaland móti Kina, og her vóru treytirnar eisini greiðar. Turkaland skuldi vinna dystin, og so máttu teir annars bara bíða, hvussu úrslitið hjá Costa Rica lagaði seg.
Kinverjar høvdu undan hesum dystinum ikki skotið nakað mál í sínum fyrsta HM-endaspæli, og tað eydnaðist so heldur í hesum dystinum, sum Turkaland vann 3-0.
Sostatt eydnaðist tað turkum at koma víðari, og har skulu teir hitta vinnaranum í bólki H, sum ikki tykist vera nøkur óyvirkomulig uppgáva. Brasilia fær dyst móti næst besta liðnum í tí bólkinum, og eru teir sostatt longu nú stórfavorittar til í øllum førum at vinna seg fram til hálvfinaluna.

Úrslit:
Costa Rica-Brasilia 2-5 (1-3)
0-1: sjálvmál, 10
0-2: Ronaldo, 13
0-3:Edmilson, 38
1-3: Paulo Wanchope, 40
2-3: Rónald Gómez, 56
2-4: Rivaldo, 62
2-5: Junior, 64

Turkaland-Costa Rica 3-0 (2-0)
1-0: Hasan Gokhan Sas, 6
2-0: Bulent Korkmaz, 9
3-0: Umit Davala, 85