Norsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at ein yvirgangsbólkur er farin úr Sýrialandi við tí fyri eyga at fremja yvirgang í Noregi.
Myndugleikarnir hava sagt, at talan er um menn, sum hava verið uppi í krígnum í Sýrialandi, og sambært tí viðurkenda svenska yvirgangsserfrøðinginum Magnus Ranstorp kann talan vera um limir í teirri sera víðgongdu rørsluni ISIS. Rørslan, sum er kend fyri sína eirindaleysu framferð, hevur tikið valdið í stórum parti av Irak í seinastuni.
Magnus Ranstorp sigur við danska kringvarpið, at millum 45 og 80 prosent av teimum, sum eru farnir úr Danmark, Noregi og Svøríki til Sýrialands at berjast, eru farnir upp í ISIS. Hann heldur tað vera rættiliga sannlíkt, at tað eru norskir ISIS-menn, sum nú hótta við yvirgangi í Noregi.
Svenski yvirgangsserfrøðingurin sigur tó, at menninir aftan fyri álopsætlanina kunnu eisini vera úr øðrum felagsskapum, sum berjast í Sýrialandi.
-Teir kunnu vera úr ISIS, men teir kunnu eisini vera úr Al Nusra ella Ajnad al-Sham, sigur Magnus Ranstorp við DR.










