Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum var úttikið longu 3 juni, men í gjár gjørdist greitt at Hilmar Leon Jacobsen ikki var førur fyri at spæla vegna skaða í lúskuni
Les eisini: Stjørnuspælari má geva avboð
Tí vóru boðini í seinastu løtu send eftir Eiriki Simonsen, ið nú knappliga er nógv um at vera.
-Eg eri sjálvandi glaður, tí tað er ein stórur heiður at umboða sína tjóð, sigur Eirikur Simonsen við in.fo og leggur avtrat :
-tað kom sera óvæntað, og eg hevði so at siga góðtikið at eg ikki var úttikin hesaferð sigur vinstrubakkurin, sum í hesum døgum er í fer við at pakka íbúðina hjá sær niður og flyta til Keypmannahavnar.
-Samstundis skal eg lesa til roynd og nú eisini spæla landsdyst.
Hóast at Eirikur Simonsen ikki var úttikin hevur hann framvegis vant við landsliðinum og hann greiðir frá at hann hevur hildið seg við líka síðani dystirnar ímóti Ukraina í april mánaði.
##med2##












