Eirikur smurdi allar av

Leygardagin skipaði Hvistan fyri sjeynda og næstseinasta umfari í Betri Vetrarkappingini. Umleið 40 luttakarar vóru við.

 

Líkindini at renna vóru bara heilt góð, hóast fyriskiparar og luttakarar fingu eitt lítlan hvøkk nakrar tímar áðrenn byrjan. Tað hevði kavað nokkso fitt tiðliga um morgunin og lá kavi á allari rutuni, men tá rennast skuldi hevði sólin gjørt sítt til, at ongin kavi var á sjálvari rutuni, meðan runnið bleiv.

 

Hjá kvinnunum var sera tætt millum nummar eitt og tvey, men Margreth Augustinussen var tann stinnara og vann, tvey sekund framman fyri Maritu Andrasardóttir. Sigrun Kallsoy Kristiansen endaði nummar trý, ein lítlan minutt aftan fyri tær báðar.

 

Hjá monnunum stóð eingin Eiriki Hansen kurl, sum rann teinin næstan tveir minuttir skjótari enn nærmastu kappingarneytarnir. Stinnastur av teimum var Regin Thomsen, men Sam Vang á triðja plássið og Dánjal Dahl Ljósheim á fjórða plássið vóru ikki langt aftan fyri. At enda kom veteranurin Sam Vang á mál fimm sekund áðrenn unglingin Dánjal Dahl Ljósheim.

 

Seinasta umfar í Betri Vetrarkappingini verður í Runavík leygardagin 17. mars, tá Roysnið verður vertur fyri Várkappingini og FM í 10 km.