Komandi kappingarár verður enn ein føroyingur at síggja í donsku fyrstu deild í hondbólti.
Føroyski vinstri bakkurin, Eirikur Simonsen, hevur gjørt avtalu um at hann spælir fyri Frederikshavn komandi kappingarár.
Frederikshavn hevur ætlanir um at klatra hægri upp á stigatalvuna, eftir at felagið hevur verið partur av niðurflytingarstríðnum seinastu árini.
Eirikur Simonsen gjørdist steypavinnari við Kyndli farna kappingarár, og fer nú at gera seg lidnan við lesnaðin í Aalborg. Hann hevur áður spælt í Viborg, og tað var fyrrverandi venjari haðani, ið setti føroyingin í samband við Frederikshavn.
Bakkurin vandi við nakrar fáar ferðir, og felagið fekk hug at fáa hann at spæla fyri seg komandi kappingarár.
Eirikur Simonsen gleðir seg nógv at royna seg í næstfremstu deildini, og sigur at hetta hevur hann havt hug til í nøkur ár, og tíðin nú er tann rætta.
Eftir royndarvenjingarnar staðfestir Kyndlamaðurin eisini at støðið í venjingunum er høgt, og serliga er leikferðin væl hægri enn hann er vanur við. Venjarin hevur longu víst føroyinginum álit, og hann væntar at hann fer at mennast sum hondbóltsleikari av hesum, og kanska eisini spæla seg inn í hitan á landsliðnum aftur.
Eirikur Simonsen var partur av landsliðnum, ið vann Emerging Nations Cup í fjør, men til seinastu dystirnar hevur hann ikki verið við, og bakkurin sigur at "landsliðið er ein gularót", ið hann vil royna eftir.