Har hitti hann konunu Vibeke, sum er úr Keypmannahavn, og fluttu tey til Føroya í 1967, tá danska byggigelagið E.Pihl & Søn bygdi Statshospitalið, og Eirikur var ein av verkfrøðingunum har. Tey búðu í Havn og Eirikur arbeiddi hjá E.Pihl & Søn til 1974. Eina tíð búðu tey í Streymnesi, tá hann arbeiddi á elementvirkinum hjá Árna Brattaberg. Tey bygdu sær hús á Norðskála og hava búð har síðan 1978. Eirikur arbeiddi eisini í nógv ár hjá Guttesen & Staksberg. Sum byggiverkfrøðingur hevur Eirikur verið við í nógvum stórum verkætlanum, sum t.d. havnabyggingum í Havn, Vestmanna, Eiði og í Skopun. Hann var eisini við til at byggja brúnna um Streymin. Í 90-unum arbeiddi hann í Týsklandi í Bangladesh. Seinnu árini arbeiddi hann í Vágatunnlinum fyri J.K. Petersen. Seinastu tíðina hevur Eirikur arbeitt á ruskplássinum á Oyrabakka og er Sunda kommunu til hjálpar, um okkurt tekniskt skal gerast. Honum dámar væl at fiska síl, fáast við seyð, kálvar, kalkunir og at vera til útróðrar. Eirikur og Vibeke eiga 4 børn og 7 ommu og abbabørn.
mg