Eirikur hevur ítøkilig mál

- Eg fari at venja málrættað við einum renniforriti sum eitt nú tann danska elitan venur eftir, sigur Eirikur Hansen, langteinarennari.

Langteinarennarin, Eirikur Hansen, hevur gjørt stuðulsavtalu við fyritøkurnar, Vikmar og FirstStop Atlantic. Avtalan er galdandi frá 1. januar í 2016 og fram til Oyggjaleikirnar í 2017.

 

Eirikur er av fremstu langteinarennarum í Føroyum og hevur heilt ítøkilig mál við sínari venjing. Hann hevur sum fyrsta mál at klára úttøkukrøv til Oyggjaleikir 2017.

 

- Hetta krevur nógv og fari eg í 2016 at venja málrættað við einum renniforriti sum eitt nú tann danska elitan venur eftir, sigur langteinarennarin.

 

Partarnir eru væl nøgdir við avtaluna, og spennandi verður at fylgja Eiriki Hansen, sum umframt heimligar kappingar, eisini fer at luttaka í kappingum uttanlands.