Eirikur Hansen hevði alla orsøk at fegnast í Runavík í gjár, tá hann endaliga tryggjaði sær FM-heitið í landavegsrenning. Tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar á heimasíðuni fif.fo.
- Eirikur Hansen úr Bragdinum gjørdi sum hann hevur gjørt tær seinastu kappingarnar. Rann undan øllum beinanvegin. Hann rann einsamallur á odda umfar fyri umfar allan vegin á mál og vann sítt fyrsta FM-heiti á 10 km. Hetta var hansara fimti sigur í Betri Vetrarkappingini hendan veturin, og hóast venjingarstøðan ikki hevur verið tann allarbesta, gjørdist tað eisini til tryggan sigur í samlaðu Vetrarkappingini, skrivar fif.fo.
Meðan Eirikur Hansen gjørdi bart og staðfesti samlaða sigurin, so var stórur spenningur um plássini aftanfyri hann. Fleiri sterkir luttakarar tóku lut í kappingini í gjár og vóru tað sambært fif.fo fýra mans, Peter Jensen, Dánjal Viðoy, Regin Thomsen og Dánjal Dahl Ljósheim, ið kappaðust um hini oddaplássini.
Spenningurin helt seg heilt fram til endaspurtin, har Peter Jensen vísti størstu styrkina og kom á mál sum nummar tvey. Dánjal Viðoy endaði á einum triðja plássi, Regin Thomsen kom á mál sum nummar fýra og Dánjal Dahl Ljósheim gjørdist nummar fimm.
Men hóast Dánjal Dahl Ljósheim einans endaði á einum fimta plássi í gjár, so megnaði hann kortini at halda so stutta frástøðu millum seg og Regin Thomsen, at tað var nokk til eitt silvurheiðursmerki í samlaðu kappingini.
- Undan kappingini hevði Dánjal munin, og kravið til Regin var at vinna á Dánjali og samstundis hava onkran rennara ímillum, tí fýra stig skuldu heintast. Við Regin nummar fýra og Dánjal nummar fimm, eydnaðist seinna nevnda at varðveita sítt samlaða annaðpláss, meðan Regin mátti taka til takkar við triðjapláss, skrivar fif.fo.
FM 10 KM opin bólkur menn
1. Eirikur Hansen, Bragdið 36.50 min
2. Peter Jensen, Bragdið 37.33 min
3. Dánjal Viðoy, Treysti 37.35 min
4. Regin Thomsen, Roysnið 37.36 min
5. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 37.52 min
Betri Vetrarkappingini – endaliga støðan, Menn – opin bólkur topp 5
1. Eirikur Hansen, Bragdið 253 stig
2. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 229 stig
3. Regin Thomsen, Roysnið 227 stig
4. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 219 stig
5. Hallur Holm, Bragdið 212 stig