Hvalbingar hava ein nýggjan borgarstjóra í summarferiuni. Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at Eir J. Norðberg, varaborgarstjóri, tekur við borgarstjórasessinum í nakrar vikur í summar, meðan Janus Thomsen er í summarferiu.
Eir J. Norðberg stillaði á fyrsta sinni upp til kommunuvalið í 2016 og fekk 26 atkvøður til valið. Hon bleiv vald inn á lista A, ið fekk fimm av sjey bygdaráðslimum, har toppskorarin gjørdist nýggi borgarstjórin Janus Thomsen, ið fekk 149 atkvøður.
Eir J. Norðberg er fjórðvald á lista A og er hetta fyrstu ferð, at hon røkir starvið sum borgarstjóri.