Leiðarin í kommunalu dagrøktini hjá Tvøroyrar kommunu hevur fingið farloyvi í eitt ár, og Eir Jógvansdóttir Norðberg er sett sum fyribils leiðara frá 1. mars 2014.
Eir er útbúgvin námsfrøðingur á UCC Storkøbenhavn. Hon er 29 ár og er búsitandi í Hvalba við familjuni.
Dagrøktarskipanin hjá Tvøroyrar kommunu er eitt samstarv millum Tvøroyrar-, Hvalbiar-og Sumbiar kommunur.
- Dagrøktin fevnir um 27 dagrøktarar, umleið 105 børn og tríggjar spælistovur, sum leiðarin hevur dagligu leiðsluna av, sigur Tvøroyrar kommuna.









