Globalisering eingin nýggjheit
Globalisering er ikki nakað nýtt. Stóra Bretland hevði t.d. størri handil við útheimin í 1914 sum prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, enn landið hevur í dag. Eisini hendu størri flytingar í arbeiðsmegini í heiminum í átjanhundraðtalinum, enn í farnu øld. Kolonitíðin skapti, gamaní á ein ivasaman hátt, ein globalan marknað, ið vardi til fyrra veraldarbardaga. Nú síggja vit so aftur eina økta globalisering. Søgan er góð at minnast á, so man ikki trýr, at djúpi tallerkurin er nýuppfunnin. Hvussu hevði eplið í síni tíð komið heilt úr Suðuramerika á hvønn døgurðatallerk í Føroyum, um talan ikki var um globalisering?
Eitt er teori..........
At marknaðurin letur seg upp, og útlendskar fyritøkur sleppa at bjóða uppá arbeiði í Føroyum skuldi verið gott fyri føroyingar - teoretiskt sæð! Síggi, at tað gerst alt meira vanligt, at útlendskir arbeiðstakarar gera arbeiði í Føroyum. Eg kann nevna undirsjóvartunlarnar. Ikki tí, hesar fyitøkur duga óviað síni ting, men hvussu vita vit, at tær ikki bjóða uppá arbeiði í Føroyum við útlendskum studningi í skjáttuni? Vit síggja t.d., at útlendskir arbeiðstakarar gera el-arbeiði í undirsjóvartunnilinum. Hvussu ber tað til? Skandinaviskar fyritøkur hava ikki lægri løn enn føroyskar. Uppihaldskostnaður er hægri, og fyritøkurnar skulu betala tað sama í MVG og avgjøldum, sum føroyskar fyritøkur. Eru tær so bara tað effektivari? Eg loyvi mær at ivast.
EU studningur
EU letur studning til útjaðaran, herímillum Norðurjylland, bæði sum íløgustudning og útflutningstudning til fyritøkur. Eisini kunnu skattfrádráttir í ymsum londum metast sum studningur. Hvussu vita vit, at hetta ikki er í myndini, tá fyritøkur bjóða seg fram í Føroyum og útkonkurrera føroyskar fyritøkur? Skulu vit tosa um kapping, so mugu vit tryggja, at vøllurin er beinur, so øll kappast á sama grundarlagi.
Kappingarráðið
Vit hava hoyrt um pro-forma sølur í fiskivinnuni. Eg sigi ikki at sovorðið er í entreprenørvinnuni, men hví ikki kanna allar stórar kontraktir, ið verða latnar í Føroyum? Ein slík kanning átti at vitað, um fyritøkan hevur fingið studning, so at hon t.d. hevur kunstugt lágar útreiðslur, og um grundarlagið fyri at betala MVG, avgjøld o.s.fr. er gott nokk. Hetta er meira upplagt hjá Kappingarráðnum at fáast við, enn at Kappingarráðið fæst við fiskivinnupolitikk. Um føroyskar fyritøkur ikki fáa arbeiði í Føroyum, vegna stuðlaðar útlendskar fyritøkur, so missa tær førleikan og viðmælini úr heimamarknaðinum, og so hava tær ongan kjans at bjóða seg fram utta nfyri landoddarnar. Tað vildi verið einvegis globalisering.










