Atlantic Airways deildin: Greipuvinnararnir hjá KÌF komu væl í gongd við landskappingina, tá teir á heimavølli í Kollafirði vunnu heili 34-13 á Team Klaksvík.
Støðan í steðginum varð 19-5 til KÍF. Team Klaksvík var hampuliga væl við ta fyrstu løtuna, men aftaná støðuna 3-3 var stórt sæð talan um einvegis ferðslu.
Hans Eli Sigurbjørnson varð toppskjútti hjá KÍF við seks málum, Rúni Joensen og Andrias Nielsen skutu fimm mál, og Jákup Trygvason skeyt fýra mál fyri KÍF.
Toppskjútti hjá Team Klaksvík varð Sámal á Tjaldrafløtti við fimm málum.