Tað var sum at koma inn á eina tekniska royndarstovu at koma inn í stóra bilinum hjá TSU (TransportSektorens Uddannelsesfond), sum hevur staðið á Viðarnesi í nakrar dagar.
TransportSektorens Uddannelsesfond (TSU) hevur sum endamál at virka fyri og menna útbúgvingar til flutningsvinnuna og at savna vitan og royndir fyri at eftirlíka krøvunum til flutningsvinnuna í framtíðini.
Instruktørurin, Benny Bay Nielsen frá TSU, greiðir okkum frá hvussu alt virkar og hvørjir møguleikar ið eru við einum síkum simulatori.
Inni í einum rúmi er eitt lastbilastýrihús, ið virkar sum simulator við stórum sjónvarpsskýggjum framman fyri og til síðurnar. Innan er bilurin eins og ein vanligur lastbilur, við øllum tí sum har til hoyrir.
Bilførarin setur seg við rættið, startar, loysir hondbremsuna og koyrir avstað. Intruktørurin velur so koyriumstøðurnar sum t.d. toku, hálku, toku ella hvat tað skal vera. Tað er eins og at koyra ein lastbil í veruligari hálku, um t.d. traðkað verður hart á bremsuna, glíður bilurin til síðis o.s.fr.
Eisini sita bilførararnir við aðrar teldur, sum hava ymisk koyriteknisk program við frálæru um hvussu ein skal fyrihalda seg í ferðsluni í t.d. býarkoyring og koyring á landsvegi.
Palli Petersen, tekniskur leiðari hjá Føroya Shell, sigur, at teir raðfesta trygdina høgt og velja tí at geva teirra bilførarum bestu upplæring í koyring. Í einum simulatori ber til at gera mistøk, uttan at tað fær avleiðingar, men í ferðsluni úti á vegunum kunnu hesi mistøk fáa álvarsligar avleiðingar.
Sum ein altjóða fyritøka hevur Føroya Shell ein koyripolitikk, sum er galdandi fyri øll starvsfólkini hjá Shell um allan heimin. Hesin koyripolitikkur er grundaður á altjóða Shell-reglur fyri koyring. Ein av filosofiunum er tann, at øll óhapp kunnu umgangast, tí kunnu álvarslig óhapp undir ongum umstøðum góðtakast. Palli Petersen sigur, at starvsfólkini hava tikið sera væl ímóti koyripolitikkinum.