Fótbóltur
Hetta er fyrsta ferðin í 30 ár, at ein og sami spælari hevur vunnið báðar virðislønirnar. Í 1977 vann táverandi Aston Villa spælarin – og núverandi SkySports-frásøgumaðurin – Andy Gray nevnliga sama heiður.
Styrktur av mótgongd
Talan var annars ikki um best hugsandi byrjan hjá Ronaldo, tá hol varð sett á ensku Premier League. Portugisin var beinleiðis orsøkin til, at Wayne Rooney varð rikin av vølli, tá Ongland tapti fyri Portugal í HM-kappingini, og tað góvu ensku áskoðararnir eisini til kennar.
Hvønn tann einasta útidyst ýldu áskoðararnir eftir Ronaldo, men einasta ávirkanin, sum hetta tóktist at hava, var at spæl hansara gjørdist enn betri. Við skørpum driblingum, nógvari ferð og hópin av málum hevur hann verið kanska mest týðandi orsøkin til, at Manchester United í ár hevur góðar møguleikar at taka gullið frá Chelsea. Og so skal altso hugsast um, at spælarin enn bert er 22 ára gamal.
Met-keyp
Tey vóru annars mong, sum hildu Sir Alex Ferguson hava mist høvdið, tá hann í 2003 legði 130 milliónir krónur á borðið fyri teenager’an úr Sporting Lissabon. Hetta var met fyri ein somikið undan spælara, og fleiri tosaðu um, at hetta var eitt »troystarkeyp« hjá Ferguson, tá tað ikki eydnaðist at keypa Ronaldinho, sum ístaðin valdi Barcelona.
Men kritisku røddirnar eru tó tagnaðar. Ikki minst í ár, har talentið hevur spælt á einum støðugt høgum støði. Einum støði, sum hevur lyft hann upp um allar aðrar hetta kappingarárið. Og Alex Ferguson hevði eisini tær stóru rósurnar frammi, tá hann varð spurdur um manni við 7-talinum. »Í løtuni haldi eg, at hann er besti spælarin í heiminum, og avrik hansara í ár hava verið ótrúlig«.