Einstaklingar avgerandi fyri økismenning

Mikukvøldið verður fyrilsetur á Seglloftinum á Tvøroyri um leiklutin hjá tí einstaka í sambandi við økismenning. Tað er kvinnufelagið í Suðuroy, Valkyrjurnar,, ið skipa fyri fyrilestrinum, sum verður klokkan 19 og sum Olga Biskopstø heldur.

Fyrilesturin hevur heitið: Tá øll bíða - um økismenning og leiklutin hjá tí einstaka.

Tey siga í tíðindaskrivi, at sama hvørji lívsins viðurskifti talan er um, hevur leikluturin hjá tí einstaka menniskjanum altavgerandi týdning.

Hetta er eisini galdandi tá vit tosa um økismenning.

- Tær mekanismur, ið stýra gongdini í okkara lítla lokala samfelag, eru allar knýttar at samspælinum millum einstaklingar, og tí er spurningurin, um tað ikki er her vit skulu leita eftir lyklinum til tað samfelag vit fegin vilja hava.

- Aftaná fyrilesturin verður ?smábit og eitt sindur av blues? við Froðbiar Sóknar Blues Orkestri.

Fyrilesturin er almennur og tað kostar 100 krónur at lurta