Einskiljingar við skili

Høgni Hoydal

Tað er at fegnast um, um gongd veruliga kemur á einskiljingar av almennu vinnufyritøkunum, har tað almenna eigur sera stór virðir, og har eitt nýtt slag av vinnulívi kann spretta í Føroyum.

Forðingarnar fyri einskiljingum hava higartil í høvuðsheitum verið tvær:

1.At ongin - ja, yvirhøvur ongin - fyrireiking og ætlan er gjørd hjá teimum landsstýrismonnum, ið vara av almennu vinnufyritøkunum. Tilvildarligar útmeldingar um at selja - enntá við politiskari uppíblanding - hava gjørt ilt verri. Ongin ætlan hevur verið fyri, hvussu einskiljingar skulu leggjast til rættis við atliti til ein dynamiskan vinnubygnað og við atliti til samfelagslig og vinnupolitisk mál.

2.At tað ikki hevur eydnast at fáa semju um skipaðar karmar fyri, hvussu pengar og virðir, sum tað almenna fær við einskiljingum, skulu umsitast og nýtast.

Greið ætlan og Búskapargrunnur
Tjóðveldisflokkurin hevur langt síðani lagt eina greiða ætlan fyri einskiljingar av almennu vinnufyritøkunum:

Endamálið er:

-Vit skulu hava greiðar linjur millum alment og privat virksemi. Har tað almenna ikki rekur vinnuvirksemi, men har vit ístaðin umvegis skattir og avgjøld tryggja avkast til tað almenna og at felags kassin fær vinning burturúr virkseminum.
-Peningur fyri einskiljingar skulu í Búskapargrunn Føroya og nýtast til at gjalda niður skuld og til veruligar íløgur og framtøk í gransking og menning.
-Einskiljingar skulu gerast við skili og eftir skipaðum kørmum. - Tí hava vit staðið fast við, at seljast skal á einum virðisbrævamarknaði ella eftir somu treytum, sum á einum virðisbrævamarknaði, har krøvini til gjøgnumskygni og fyrireikingar eru greið og gjøgnumskygd.

Hesir karmar skuldu eftirhondini verið komnir uppá pláss við Virðisbrævamarknaði Føroya og við krøvum um útbjóðing og gjøgnumskygni. Men enn restar Búskapargrunnurin, sum semja ikki fekst um í undanfarnu samgongu.

Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt eitt uppskot til Búskapargrunn Føroya, sum verður lagt fram á ólavsøku, og vónandi fæst breið undirtøka fyri grunninum.

Einskiljingar sum nýggjur blokkstuðul
Men tað ljóðar ófrættakent, sum frættist millum samgongufólk í dag. Sum Torbjørn Jacobsen vísti á í grein herfyri, so tykist ætlanin nú vera at selja skjótast gjørligt til tess at rinda undirskotið á fíggjarlógini. Løgið, at ikki fleiri hava fylgt ávaringini hjá Torbjørni Jacobsen upp og kannað málið.

Er tað rætt, so verður talan um einskiljingar uttan skil. Har hvørki ætlanir eru lagdar fyri, hvussu vinnubygnaðurin í Føroyum kann laga seg. Eiheldur fyri, hvussu avkastið skal nýtast so tað kemur samfelagnum og komandi ættarliðum til gagns.

Verður ikki hugsað um, hvussu eitt nú telemarknaðurin í Føroyum kann menna seg, tá Føroya Tele verður einskilt, so er lítið vunnið. Verður ikki hugsað um, hvussu ferðafólka- og flutningsvinnan og okkara ferðasamband út í heim framhaldandi kann mennast, tá Atlantsflog skal einskiljast, so verður ringt at taka støðu.

Og fer peningur frá einskiljingum ikki til heilt greið og avtalað endamál, sum kunnu styrkja og konsolidera almenna búskapin - heldur enn at gerast ein nýggjur og stokkutur blokkstuðul - so er onki skil í yvirhøvur.

So lat okkum einskilja við skili - og lat okkum fáa eina greiða ætlan frá landsstýrinum, so vit ikki aftur lata einstakar landsstýrismenn spæla hazard við hesum týdningarmikla máli.