Einskiljingar kannast

Tá gamla Sovjetsamveldið datt sundur, og fleiri almennar fyritøkur fóru á privatar hendur, vóru tað nakrir menn, sum eftir stuttari tíð vunnu sær ovurhonds nógvar pengar. Men nú skal kannast, um alt er farið rætt fram.

Stjórnin hevur biðið ríkisgrannskoðanina kanna viðurskiftini hjá fleiri fyritøkum, sum vórðu einskildar, tá Sovjetsamveldið datt sundur. Kanningarleiðarin, Vladislav Ignatov, sigur við blaðið Gazeta, at tað vanliga fólkið í Russlandi er als ikki nøgt við tað, sum hendi tá og krevur viðurskiftini endavend. Ignatov ásannar, at fleiri møgulig brotsverk eru vorðin ov gomul, til at tað ber til at rættarsøkja fólki, men at Vladimir Putin, forseti, kortini ætlar at skipa so fyri, at brotsverk verða sektað.

Tann ovurríki oljumaðurin Mikhail Khodorkovskij hevur sitið í varðhaldi teir seinastu mánaðarnar í sambandi við fyritøkuna Apatit, sum varð einskild í 1994. Myndugleikarnir hava meiri enn eina ferð bent á, at hann hevur forvunnið nógvar pengar á sera ivingasaman hátt. Málið er tó ikki liðugt kannað enn.