Einskiljingar hægstu prioritering

   

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
????????????????

Tað eru fá lond í heiminum, hvar ið tað almenna er við í so stórum parti av vinnufyritøkunum sum í Føroyum. Hetta er ein støða, sum vit eiga at sleppa okkum burturúr sum skjótast, tí við hesum bygnaðinum verður ábyrgdin og hugurin at ganga nýggjar leiðir tikin frá einstaklingunum.
Tað er Sambandsfloksins áskoðan, at allar vinnufyritøkur, sum virka undir vanligum marknaðartreytum eiga at verða einskildar. Almenni leikluturin í vinnupolitikkinum eigur at vera avmarkaður til at skapa vinnuni góðar karmar og at verja onnur samfelagsatlit.
Seinastu árini hevur nógv verið tosað um einskiljingar, men lítið er komið burturúr, tí semja var ikki millum undanfarnu samgonguflokkar, um hvussu hetta skuldi gerast. Verandi samgonga hevur felt niður í samgonguskjalið, at partabrøv í almennum fyritøkum, sum til dømis Føroya Tele, Atlantsflog, Føroya Banka og LÍV kunnu verða boðin út til almenningin og strategiskar íleggjarar, har tað kann gerast við fyrimuni. Nú er tað upp til okkum politikarar at fremja hesi orð í verki.
Caragata álitið vísti á nógvar møguleikar at einskilja almennar føroyskar fyritøkur, men sjálvt endamálið við teimum einskiljingunum var at vinna landskassanum pening at fíggja fullveldið við. Hetta gevur onga meining, tí endamálið við einskiljingum eigur at vera eitt ynski um at skapa framdrift í feløgunum.
Tað skapar sunna og virðismikla ábyrgdarkenslu, at einstaklingurin fær loyvi at vísa, hvat hann dugir til, og tað góða úrslitið hjá einstaklinginum fer sjálvandi at koma samfelagnum til góðar.
Vit eiga tí at skunda undir einskiljingar av almennum fyritøkum, tí tað kann ikki vera rætt, at tað almenna skal liggja í vinnuligari kapping við privatar.