Einskiljingar endaðar í ruðuleika

 Nú Føroyagrunnurin hevur selt JFK-Trol, kunnu aðrar einskiljingar enda í ruðuleika, heldur Signar Heinesen, verkfrøðingur

 Nú stórar, almennar fyritøkur skulu einskiljast, er tað greitt, at vit hava ruðuleika á økinum.
Tað heldur Signar Heinesen, verkfrøðingur og viðmerkjari.
Hann sigur, at hetta er avleiðingin av tí, sum er farið fram, nú Hanus Hansen og Norðoya Sparikassi hava keypt JFK-Trol frá Føroyagrunninum.
Hann vísir á, at Føroyagrunnurin hevur nakrar reglar at halda seg til. Og tær eru, at hann hevur serligar skyldur mótvegis Norðoyggjunum.
 Hinvegin hevur Landsstyýrið boðað frá, hvussu farast skal fram, tá ið almennar fyritøkur skulu einskiljast.
Og leiðreglarnar hjá landsstýrinum siga, at almennar ognir skulu bjóðast út alment og at tað skal standa øllum í boði at bjóða, eisini útlendingum.
 Sostatt kann staðfestast, at endamálið hjá almenna Føroyagrunninum og leiðreglarnar hjá landsstýrinum, eru beinleiðis í stríð við hvørt annað, sigur verkfrøðingurin.
Hann sigur, at hetta er meiningsleyst og er eitt dømi um, at tað er okkurt í skipanini, sum ikki virkar.
Men, hvussu tað skal loysast, veit hann ikki, tí tað er neyvan nøkur løtt loysn.
 Tað einasta, vit vita, er, at í løtuni er ruðuleiki á økinum og at tað er onki sum bendir á, at hesin ruðuleikin ikki fer at standa við, tá ið aðrar fyritøkur skulu einskiljast, tí spurningurin er, hvussu framferðin verður tá.
 Tað er eisini ein veruleiki, at tann, sum hevur gjørt almennu leiðreglurnar fyri einskiljingunum, hevur ikki megnað at fáa teori, veruleika og úrslit at sampakka, heldur hann.

Eitt skot fyri bógvin
Hann sigur, at verður hugsað um endamálið hjá Føroyagrunninum burturav, er tað óivað ein skilagóð avgerð at selja norðoyingum JFK-Trol-sjálvandi treytað av, at keypararnir eru veruligir og ikki ørindasveinar hjá fremmandum áhugamálum.
Signar Heinesen leggur í hesum sambandi stóran dent á, at hann hevur onga orsøk at halda, at keypararnar eru ørindasveinar hjá fremmandum áhugamálum og hann kennir bara formannin í nevndini fyri Føroyagrunnin sum eitt álitismann.
 Hinvegin legði Løgmaður seg at sova eitt kvøldið í farnu viku í vissuni um, at ein leistur varð lagdur fyri, hvussu einskiljingarnar skuldu fara fram. Men tá ið hann vaknaði aftur morgunin eftir, hevði hann mist bæði flakavirki, trolarar og aðrar ognir hjá JFK-Trol.
Signar Heinesen heldur, at hetta mátti verið ein løgin kensla hjá løgmanni.
 Tað er ikki bara einskiljingartilgongdin, sum hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Sjálvt grundarlagið undir landsins stjórn hevur eisini fingið eitt skot fyri bógvin, tí tað kann ikki bera til, at løgmaður skal kunna vakna um morgunin og ásanna, at hann hevur mist ovurstórar ognir, uttan at hann veit av tí.
Signar Heinesen sigur, at slíkt er ikki serliga álitisvekjandi hjá Føroya Fólki, tí nú er tað ein spurningur, hvør tað er sum ræður í Føroyum.
 Tað er gamaní at nevndirnar í grunninum skulu hava fult frælsi og at politikarar skulu ikki blanda seg uppí. Men tá ið landsins stýri ger nakrar leiðreglur á einum ávísum øki, eigur ikki at vera nakar sum helst ivi um, at tær verða fylgdar, hvørki av tí privatu vinnuni ella av almennum nevndum, tí ongin ger ímóti landsins stýri.
 Men kortini eru tær ikki fylgdar í hesum føri, og tað er ein trupulleiki hjá landsstýrinum, sigur Signar Heinesen.