Onnur framløgan á fundinum var um býtið millum alment og privat. Visjónin hjá strategibólkinum fyri samfelagsbygnað er:
Allar samfelagsligar uppgávur skulu loysast soleiðis, at størst møgulig virðir verða skapað. Tað almenna skal røkja tær uppgávur, ið eru neyðugar fyri at tryggja vælferðarsamfelagið. Harumframt skal tað almenna hava eftirlit við at fyritøkur lúka krøv viðvíkjandi dálkingarvanda, arbeiðsumstøðum, kappingarreglum og líknandi. Tað privata tekur sær av teimum økjum, ið kunnu røkjast eftir marknaðartreytum.
Málini stratigibólkurin hevur sett fyri at røkka hesi visjón eru:
1. Tað almenna eigur ikki at reka virksemi, ið kann verða rikið betur eftir marknaðartreytum. Miðvíst eigur at verða skipað fyri, at tílíkt virksemi verður einskilt ella útveitt.
2. Verandi einskiljingartilgongd skal vera framd innan 3 ár.
3. Aðrar almennnar fyritøkur og stovnar (Jarðargrunnurin, Húsalánsgrunnurin os.fr.), hvørs virksemi natúrliga hoyrir heima í privata geiranum, skulu verða einskildir.
4. Fyri at skapa innlit í hvørji árin teir vinnurekandi grunnarnir hava á føroyska búskapin, skal ein kanning setast í verk.
5. Tað almenna skal umsita sítt náttúrutilfeingið soleiðis, at størst møgulig virði verða skapað.
Eftir framløguna var orðaskifti um einskiljing, løgmaður legði út við at minna á, at alt tað privata fór á heysin undir kreppuni í 1990unum. Hann ávaraði ímóti hugsanini, at um alt verður einskilt, so verður alt gott.
Svarið úr strategibólkinum var, at tað almenna skal hava øll síni kjarnuøki eftir, men at alt hitt skal einskiljast. Tað almenna skal nýta sína orku uppá tað tey eru best til, og lata tað privata um hini økini, til dømis øki sum kunningartøkni, viðlíkahald, reingerð, telefon samskifti. Hesi tænastu skulu leggjast út til tað privata fyri at skapa kapping.
Bjarni Djurholm spurdi um, hvat liggur í punkt 5, um at tað almenna skal umsita sítt náttúrtilfeingi.
Hetta merkir, at ein ítøkilig avgerð skal takast um, hvussu náttúrutilfeingið skal umsitast, til dømis olja, fiskur, vatn, vindur, alifirðir og jørð tilfeingi. Tað skulu vera fastar reglur fyri umsitinigini av náttúrutilfeinig, og um okkurt av náttúrutilfeinginum skal vera ókeypis, so skal hetta eisini fastsetast.
Á visjónstorginum var nevnt, at tað kann vera vandamikið, at kopiera skipanir úti úr heimi, sum eru gjørdar til eitt nógv størri samfeløg enn tað føroyska. Til dømis var vandin nevndur, um at tað privata neyvan fer at geva nakrar tænastur, sum tað privata ikki kann tjena pengar uppá, og tí er ikki sikkurt, at allar tænastur røkka útjaðarin, sum tí kann fáa stórar trupulleikar. Hetta varð svarað aftur við at tað kann fylgja ein veitingarskilda við hesum uppgávum. Sum dømi var nevnt, at hóast Farmaleiðir eru einskildar, hava tær veitingarskildu til útoyggjarnar.
Jan Mortensen úr Vinnuhúsinum segði, at tað eigur at vera ein spurningur um, hvar uppgávan verður best røkt, heldur enn bara at fokusera uppá hvat skal vera alment og hvat skal vera privat.