Zakarias Wang
????????????
Eitt mál, ið alt ov leingi hevur ligið á láni í Føroyum, er at fáa einskilt ta jørð, sum tað almenna eigur, men onnur arbeiða.
Tað almenna er fyrst og fremst landsstýrið, sum stendur sum eigari av helvtini av øllum markatalinum í Føroyum. Men nakrar kommunur eiga eisini jørð, og fremst teirra millum er Tórshavnar kommuna, sum í sínari tíð fekk Álaker.
Tíbetur er ein partur av tí almennu jørðini einskildur. Hetta er hent við tað at fólk hava fingið loyvi til at lagt inn traðir, ein og grundstykki eru seld.
Traðirnar eru lagdar inn sum leigutraðir, og tá leigarin hevur velt tær undan, hevur hann, vísandi til tað arbeiði, hann hevur lagt í jørðina, fingið trøðna til keyps.
Men ein annar bólkur er av leigulendingum, sum ikki hevur nakran møguleika fyri at fáa jørðina til keyps uttan mun til hvussu nógv arbeiði hann hevur lagt í hana.
Her er talan um kongsbøndurnar.
Í seinastuni hava myndugleikarnir eisini táttað í møguleikarnar hjá øðrum leigulendingum at fáa jørðina til keyps. Dømi eru um, at undanveltar traðir eru afturtiknar, Havnar kommuna sýtir fyri at selja traðir og kolonihavar til leigararnar, og traðir, sum verða seldar, fáa álagt fullkomuliga órímiligar treytir sum at tær t.d. skulu lata jørð uttan endurgjald til slík endamál sum myndugleikarnir annars skuldu ognartikið til.
Hvat er endamálið við at fara so illa við teimum, sum hava arbeitt jørðina og tí áttu at verið teir einastu, sum skuldu átt hana?
Hetta er ein gáta, men spyrja vit teir politisku flokkarnar, so hava teir í skjótt hundrað ár verið heitir talsmenn fyri, at hesin órættur skal halda fram.
Hetta er hent, hóast øll vita, at tann skipan, vit hava í dag, er til ógagns fyri tjóð okkara. Vit liva í einari kapitalistiskari skipan, og fyri at fáa fyritøkur í lag krevst kapitalur. Vanligasti mátin til at fáa kapital til nýggjar fyritøkur er við at taka lán við trygd í jørð. Men í okkara landi er helvtin av jørðini almenn og tí deyður kapitalur, sum ikki kann nýtast sum trygd fyri nýggjum fyritøkum. Tað er at undrast yvir, at vit hava nakað vinnulív yvirhøvur undir hesum treytum, og at vit hava havt nakra framgongd, tá ið vit bert hava siglt við hálvari ferð.
Einskilja vit jørðina, lata vit hin vegin upp fyri tí møguleika, at okkara framburður fer at taka dik á seg.
Hetta skuldi verið eitt greitt endamál hjá øllum teimum, sum fáast við at stýra í einum landi.
Men nú er eitt kommunuval fyri durum, og ikki eitt orð hoyrist um, at teir sum stilla upp, vilja einskilja ta almennu jørðina, eitt mál, sum átti at verið meir átrokandi enn nakað annað.










