Einsemið fyri einsemið

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Nú kemur eingin longur í nissuhúgvu at avlesa málaran í gongini og ynskja gleðilig jol.

Postboðini hava longu verið við postkassan úti við vegin og eru komin aftur í bilin á veg til næsta postkassa, áðrenn fólk eru komin út í gongina á veg út at hitta postboðið.

Og tað nyttar kortini heldur ikki at tosa við postboðini um politikk og ommubørn. Tað eru tey alt ov ung til at halda nakað um.

Heimahjálpin hevur fingið forboð fyri at siga ov nógv, tí stundir eru ikki til tess, ei heldur til at greiða ella at greiða frá.

Hoyrdi í Norra, at har fara fólk út at koyra bil eftir GPSara. Men tey snara til høgru, tá GPSina sigur til vinstru og øvugt. Tí so tosar onkur við tey.

Jú, næsta vælferðarsjúkan eitur einsemi. Eingin heilivágur kann basa henni.

Fleiri og fleiri fara at gerast einsamøll, tí eingin saknar tey. Eingin hevur brúk fyri teimum. Tey eru ikki á feysbukkuni. Nøkur brúka blæu.

Heldur ikki er ráðiligt at kína hundum, tí nú fingu eisini teir sína sjúku, hundasjúku.

Gott hjá Jehova vitnum. Kanska onkur fer at tíma at tosa við tey, av berum einsemi.

Og hjá teimum, sum selja lutaseðlar og skava og tap. Og tó, heldur ikki tey hava stundir at tosa. Tey skulu bara selja so nógv sum til ber og hava tí eisini skund.

Alt samskiftið við onnur skal nú vera við teldu ella telefon, sum ikki longur kann eita telefon, tað er ikki nóg smart, men okkurt undarligt teknisøguorð, sum verður tíggju ferðir løgnari, tá tað verður umsett til føroyskt.

Ein telda neyðtók eina telefon og ein bastardur, sum eingin tó kann liva uttan, kom burtur úr tí, Ilpill.

Tey siga seg hava fleiri hundrað vinir, í telduni, rundanum knappaborðið.

Ongan at tosa við? Avlýsið allar fundir og sendið tey, sum har snakka og snakka og snakka og snakka ganga hundrað, út til tey einsamøllu. Kanska tey tíma, ella orka, at lurta.

Einsemið byrjar, áðrenn fólk enda í einum lítlum kamari uttan vindeygu í kirkjugarðinum.

Í øllum bygdum og býum er kirkjugarðurin millum størstu býlingarnar.

Annars vitja tey heldur ikki hvønn annan har í kirkjugarðinum, tey, sum búgva har, órógva ikki hvønn annan í tíð og ótíð.

Nógv teirra, sum har búgva, fáa oftari vitjan nú enn tey fingu, áðrenn tey fluttu.

Men tey fáa ongan post, ongar rokningar, ongar reklamur, eingi tilboð. Lívið var eitt tilboð í viku 25, nøkur tóku av, onnur ikki.

Men deyðin er ikki endaliga einsemið. Tað kemur fyrr.

Tað einasta, sum tó er púra vist er, at vit øll doyggja. Verður sagt. Men eingin sannleiki uttan undantøk. So nógv annað er eisini púra vist.

Til dømis kopimaskinur, sum ongantíð eru til reiðar. Tað er púra vist, at skalt tú brúka eina kopimaskinu, er antin einki pappír í henni, ella er tað pappír, sum er í henni, fast á hálvari leið gjøgnum hana.

Tað er líka víst sum deyðin.

Eisini tað, at skalt tú skunda tær í bili, møtir tú einum líkfylgi ella endar tú aftan fyri ein skúlavogn ella ein lastbil av teimum stóru.

Náttúrulógin hevur nógvar paragraffir, men eingi undantøk.

Grein eitt er um deyðan, øll doyggja, eingin kærumøguleiki. Hvussu og nær, deyðin kemur, verður ásett í kunngerð. Hon er ikki komin enn, heldur ikki til hoyringar.

Og tað er líka frægt ikki at vita nær og hvussu og hvar. Samanumtikið er lítið, sum vert er at vita. Tað er tí, at lærdómur er so lættur at bera.

Fólk gerast sjúk og doyggja av berari vælferð.

Og eitt afturat: hvør er munurin á einari jarðarferð og einum brúdleypi? Talið á deyðum.

Og so ein kopp av krútsterkum kaffi at skola alt høpisloysið niður við.