Elsa Blicher Christiansen, Skopun
??????
Nú havi eg sæð, hvat fólk, sum eru púra køld og kensluleys, kunnu finna uppá. At senda ein lítlan fimm ára gamlan drong til eitt fremmant land púra einsamallan. Uttan at kenna nakran. Uttan at kenna málið. Hann verður sum ein deyvstummur á einari fremmandari klótu.
Øll síggja vit, at hann er í ónormalum hondum, sum bert vilja nýta sína megi, nú teir endiliga hava fingið makt yvir einum lítlum verjuleysum barni.
Hann, lítli Petur, hevur sanniliga havt trupulleikar nokk í sínum stutta lívi. Latið okkum forða fyri, at slík terror hendir her hjá okkum. Latið okkum, sum hava følilsi, royna at verja lítla Petur móti kyniskum menniskjum.









