Einsamallur megni eg einki

- Ein av mínum uppgávum er at menna og hjálpa smáu ítróttargreinunum, men einsamallur megni eg í øllum førum einki, sigur Sølvi Reinert Hansen, sum leygarmorgunin var valdur sum nýggjur forseti í Ítróttarsambandi Føroya

Ítróttur

 

- Eg haldi ikki, at nakað skal broytast sum so. Men tað sigur seg sjálvt, at nýggj fólk koma við nýggjum hugskotum.

Sølvi Reinert Hansen var leygarmorgunin valdur sum nýggjur forseti í Ítróttarsambandi Føroya. Tað verður helst saknur í Heðini Mortensen, sum eftir drúgt tíðarskeið á 28 ár í starvinum, takkaði fyri seg. Tað tykist tó ikki sum, at nývaldi oddamaðurin í føroyskum ítrótti ræðist avbjóðinga. Á sín hátt fer hann nú undir at stjórna ÍSF, og sum hann sjálvur leggur stóran dent á, so verður hetta gjørt í samráð við sersambondini og feløgini kring landið.

 

Øll eru líka

Sølvi Reinert Hansen royndi seg í fleiri ár sum rennara, og tað var í hesu ítróttargrein, at hann fekk sítt gjøgnumbrot. Hann hevur eisini framt stórt arbeiði fyri frælsan ítrótt, og hann millum annað var við til at seta á stovn frælsufelagið Roysni, sum heldur til í Eysturoynni.

Hóast hann leingi hevur roynt seg í einstaklingaítrótti, so er Sølvi Reinert Hansen sannførdur um, at hesar greinarnar ikki skulu fáa betri sømdir enn aðrar.

- Ein av mínum uppgávum er at menna og hjálpa smáu ítróttargreinunum. Ætlanin er eisini at fara undir elitu-arbeiði ella ungdómslandslið, soleiðis, at avbjóðingarnar eru fleiri. Í felag skulu sersambondini og feløgini menna føroyskan ítrótt, staðfestir nývaldi ÍSF-forsetin.

Sølvi Reinert Hansen er ikki heilt ókendur í felagsskapinum. Seinnu árini hevur hann roynt seg sum ítróttarráðgeva í Ítróttarsambandinum, áðrenn hann bjóðaði seg at stjórna føroyska ítróttinum.

 

Oyggjaleikirnir

Á seinastu Oyggjaleikunum vóru Føroyar einaráðandi í fleiri av ítróttargreinunum. Serliga gjørdu svimjararnir bart og vunnu fleiri gullheiðursmerki. Spurnartekin var skjótt sett við, um vit framvegis skuldu luttaka á hesum leikunum, orsaka av, at fleiri av kappinginneytunum bara runnu aftaná.

Men Sølvi Reinert Hansen, hvat metir tú? Eru Oyggjaleikirnir framvegis aktuellir fyri føroysk ítróttarfólk?

- Avgjørt. Tað er alt eftir hvørjari ítróttargrein talan er um. Tað er millum annað stórt fyri súkklingina og reiðskapsfimleikin at luttaka. Føroysk svimjing hevur verið í stórari menning seinnu árini, og hetta er eisini eitt tilboð fyri tey. Ein kundi bólka støðið í hesu grein, soleiðis, at tey bestu fóru til sterkari kappingar, meðan Oyggjaleikirnir vóru eitt tilboð fyri aðrar svimjarar. Aktuelt er tað heilt vist, sigur ÍSF-forsetin.

Sum formaður í Oyggjaleikanevndini hevur Sølvi Reinert Hansen ynskt leikirnar til Føroya í 2015. Sambært oddamanninum í føroyskum ítrótti er framvegis langt á mál, um hetta skal gerast veruleiki – men ógjørligt er tað ikki.

- Eitt ávíst arbeiði er byrjað, men tað er ikki ein sjálvfylgja, at nú skulu Føroyar verða vertir. Spurningurin er, hvat vit hava at bjóða fram um aðrar oyggjar. Her verður serliga tosað um prísir, hotel, umstøður og ikki minst samansetingin av ítróttargreinum. Vit skulu sjálvi velja, hvat verður við og ikki, og tá má tilboðið verða so útbreitt sum gjørligt. Nú vit fáa at síggja, staðfestir Reinert Hansen.

 

Ikki einsamallur

Tú ert nú nýggjur forseti í ÍSF, og væntandi er arbeiðið longu byrjað. Men hvør verður tín fyrsta broyting í starvinum?

- Ja, hatta er ein góður spurningur. Einki skal broytast fyri at broytast. Vit fara nú at tosa við stjórnina í Ítróttarsambandinum, sersambondini og feløgini um, hvussu vit fara at gera. Tey fáa stóran týdning í avgerðunum, sum verða tiknar. Einsamallur megni eg í øllum førum einki, staðfestir Sølvi Reinert Hansen, nývaldur forseti í Ítróttarsambandi Føroya.