Einsamallir prestar

Tað var tann tíð, tá prestur bleiv roknaður sum eitt slag av einum miðdepli í sóknini, men soleiðis er ikki longur.

Ikki í Danmark í hvussu er, tí har vísir ein nýggj kanning, at 70 prosent av teimum donsku prestunum kenna seg einsamallar. Eitt nú siga teir, at teir kenna seg einsamallar á prestagarðinum, og at teir hava ov fáar felagar at skifta orð við um dagarnar. Eitt annað er, at prestar hava tagnarskyldu, og tí kunnu teir ikki tosa við onnur um trupulleikar hjá sínum sóknarbørnum. Tað ger, at teir sjálvir ganga og hugsa um tað.

Helle Christensen, sum er formaður í danska prestafelagnum, sigur við Kristeligt Dagblad, at í felagnum vita tey um einsemið hjá prestunum, og at tey ætla at økja samstarvið og samveruna ímillum teir einstøku prestarnar.