Trygd og tunnlar
Trygdarviðurskiftini í undirsjóvartunnlinum byggja á tvey stig. Tað fyrra er útgerð og tað seinna er ein tilbúgvingarætlan, sum er ein avtala millum avvarðandi partar av tunnlinum. Útgerðin, sum verður í tunnlinum, er í samsvari við norskt tunnilstrygdarstøði.
Í mótsetning til teir vanligu tunnlarnar, kemur undirsjóvartunnilin at hava eldsløkkjarar. Fyri hvørjar 250 metrar verður ein eldsløkkjari, sum eisini hevur beinleiðis samband við alarmsentralin. Hetta vil siga, at um eldsløkkjarin verður tikin av, er ein kontakt, sum sigur alarmsentralinum frá, hvar í tunnlinum eldsløkkjarin varð tikin burtur. Fyri hvørjar 500 metrar verður ein neyðtelefon, sum eisini hevur beinleiðis samband við alarmsentralin. Tá ringt verður frá eini neyðtelefon, sær alarmsentralurin beinanvegin, hvar í tunnlinum tú ert staddur. Afturat hesum, so eru vifturnar í dimensioneraðar á tann hátt, at tær kunnu blása roykin burtur, um til dømis eldur skuldi komið í. Hetta ger tað so møguligt hjá sløkkiliðsmonnum og øðrum at koma til hjálpar. Í neyðstøðum kann alarmsentralurin, við sjálvvirkandi bummum, steingja tunnilin soleiðis, at fleiri akfør ikki koma upp í óhappið.
Tilbúgvingarætlan
Vágatunnlin hevur saman við Føroya Landsfúta, Landsverkfrøðinginum, Kvívíkar kommunu og Sandavágskommunu skipað fyri, at ein tilbúgvingarætlan verður gjørd fyri vágatunnilin; hetta fyri at royna at fyribyrgja og avmarka skaða á fólk, ognir og umhvørvi, skuldi eitt óhapp komið fyri í tunnlinum.
? Í sambandi við tilbúgvingarætlanina er settur ein stýrisbólkur, sum so hevur sett ein arbeiðsbólk, greiðir Dávid Reinert Hansen, stjóri í Vágatunnlinum p/f frá.









