Í kvøld varð sløkkiliðið í Sundalagnum boðsent, tí eldur var í við Barnagarðin á Oyrarbakka.
Tá ið sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað seg, at eldur var í trimum ruskíløtum í túninum hjá barnagarðinum.
- Tað vísir seg, at onkur hevur grillað við einnýtisgrill har um vegir og tá ið tey hava verið liðug, hava tey tveit grillina í eitt ruskílat, sigur sløkkiliðsleiðarin, Mikkjal Hansen.
- Men tey hava helst ikki hugsað um, at ein slík grill er glóðheit, langt eftir, at hon er slóknað, og hava bara tveitt hana í ruskílatið.
- Men grillin hevur verið so mikið heit, at hon hevur fest eld í, og øll trý ruskíløtini, eru oyðiløgd av eldinum.
Sløkkiliðsleiðarin sigur, at tað vert at minna fólk á, at vísa varsemi í slíkum føri og at hugsa um, at ein grill er rættiliga heit, eisini langt eftir, at hon er slóknað.
- Tí eiga tey, sum grilla, at tryggja sær, at grillin er kólnað áðrenn tey fara frá henni, leggur hann afturat.
Í hesum føri metir hann ikki, at nakar vandi var fyri sjálvum barnagarðinum, tí ruskíløtini stóðu nakrar metrar frá sjálvum húsinum.
Men undir øðrum umstøðum, kundi slíkt ósketni elvt til stóran skaða.