Í dag er forsetaval í Zimbabwe. Valð er umval, tá sambært almennu valnevndini fekk hvørki av valevnunum tey neyðugu 50 prosentini á sjálvum valinum, sum var tann 27. mars. Men hesaferð hava veljararnir einki at velja ímillum, tí bara eitt valevni er. Tað er Robert Mugabe, forseti. Valevnið hjá andstøðuni, Morgan Tsvangirai, tók seg aftur fyri nøkrum døgum síðani, og hann hevur síðani hildið til á niðurlendsku sendistovuni í høvuðsstaðnum Harare.