Einmansavrik

Áki Mørk stóð aftan fyri ikki færri enn 17 av neistamálunum, tá Neistin í einum spennandi dysti knógvaði avbjóðarunum úr KÍF

Manshondbóltur

Alt árið hevur Neistin verið ein hampuliga óvæntaður partur av oddastríðnum. Eftir tapið fyri H71 í seinasta umfarinum var hetta tó eitt heiti, sum var komið í vanda. Kollfirðingar hava nevnliga fleiri ferðir hótt við at taka seg heilt fram í oddin, og sunnudagin høvdu teir kanska besta møguleikan av øllum til tess. Ikki minst eftir at vestmenningar taptu fyri H71 dagin fyri.

Alt datt á gólvið
Tað var eisini heilt leingi, at tað var KÍF, sum hevði munin í dystinum. Allan fyrra hálvleik vóru tað teir, sum settu kósina, og tó at Neistin royndi at fylgja við, so gekst hetta ógvuliga striltið. Ikki minst takkað verið einum framúr væl spælandi Óla Krisitan Djurhuus í KÍF-málinum.
Í hinum endanum dúvaðu kollfirðingar sum vant í stóran mun upp á óhugnaligu skotstyrkina hjá Damir Oros, og kvika bóltspælið hjá Mirko Milenkvic, sum avgjørt er ein bóltsnillingur í serflokki..
Soleiðis vóru kollfirðingar á odda, tá farið varð til hálvleiks, men tað var tó skjótt, at hetta varð tveitt fyri borð. Fyrstu fýra minuttirnar av seinna hálvleiki vunnu neistamenn 6-1, og so skuldi tað alla tíðina gerast tungt. Eina løtu sá út til, at teir skuldu komu hielt framat Neistanum, men tá høvdu teir ikki roknað Áka Mørk við. Meðan kollfirðingar av ymsum slag royndu at fylgja við, skeyt Áki ikki færri enn seks fylgjandi mál, soleiðis at Neistin alla tíðina hevði nevið frammanfyri.
Og tá KÍF móti dystarenda endiliga fekk tipt skotini frá Áka, sendi Neistin næsta trumfin inn. Kári Mortensen hevur hóast aldurin framvegis framúr hondbóltsevni, og nú tørvurin var størstur, var tað hann, sum við trimum av seinastu fýra málunum syrgdi fyri, at KÍF einki fekk burturúr.

Hóast teir við sigrinum á KÍF hildu fast um ein sess í oddinum, so skerst ikki burtur, at hetta vikuskiftið eisini mundi harma neistamenn nakað. Soleiðis sum úrslitini háttaðu seg, mundi iðranin um tapið fyri H71 í øllum førum ikki gerast minni. Við tveimum stigum afturat, hevði Neistin nevnliga verið einsamalt oddalið í dag, men hinvegin, so sigur hetta helst eisini nakað um, hvussu jøvn besta mansdeildin er í ár.
Og tó at kollfirðingar enn ikki hava fingið fast samband við oddin, so kunnu teir eisini vera við til at økja um hendan spenningin. Tað eru bara trý stig upp til bronsuplássini, men skulu hesi røkkast, so er tað nú um at verða seinasta útkall. Teir báðir komnandi dystirnir hava uppgerðir móti VÍF og StÍF við sær, og fyri kollfirðingar veldst ivaleyst nógv um, hvussu hesir báðir dystirnir verða háttaðir.

Dysturin í tølum
KÍF-Neistin 29-30 (14-13)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 10(3), Mirko Milenkvic 5, Petur Martin Poulsen 5, Vagnur Johannesen 3, Regin Petersen 3, Jónálvur Johannesen 3
Neistin: Áki Mørk 17(7), Kári Mortensen 3, Dia Midjord 2, Dann Thorleifsson 2, Morgan Kneevic 2, Helgi Justinussen 2, Ragnar Stakksund 1, Jón Ludvig 1
Brotskøst: KÍF 3, Neistin 7
Útvísingar: Neistin 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen.