Einmælt samtykt at hækka prísin hjá SEV

Nú er endaliga greitt, at SEV fer at hækka prísin á streymi næsta ár.

Tað varð nevniliga einmælt á eykaaðalfundi í SEV í morgun, har allar tær 30 kommunurnar vóru til staðar.

Á nýggjárinum hækkar prísurin á streymi 5 oyru kWt, umframt mvg.

Tað merkir, at vanligt húsarhald skal rinda einar 250 krónur meiri til SEV um árið.

Men harafturat hevur SEV samtykt at tey stóru vinnuvirkini, sum brúka meiri enn 230.000 kWt um árið, skulu hava eina eyka hækking afturat upp á seks oyru kWt.

Og í 2014 hækkar prísurin hjá hesum virkjunum 5 oyru afturat, men tá hækkarprísurin hjá vanligum húsarhaldum og smáum og miðalstórum virkjum, ikki.

Orsøkin til, at tey stóru vinnuvirkini skulu rinda meiri, er, at í veruleikanum hevur SEV nú í nógv ár havt hall av at selja teimum streym og ta støðuna ætlar elfelagið at koma burtur úr og tískil verður prísurin hjá teimum hækkaður.

Hækkingin ber í sær, at eitt stórt virki, sum brúkar 230.000 kWt um árið, skal rinda góðar 36.000 krónur afturat í streymi um árið.

Elveitingareftirlitið hevur góðkent hækkingarnar.

Hækkingin ber í sær, at saman við at nýtslan veksur og grøna orkan verður útbygt, fer at venda hallinum, SEV hevur havt seinastu árini, til eittavlop upp á 100.000 krónur næsta ár og til eitt avlop upp á góðar 28 milliónir í 2014.

Sostatt hevur SEV vent gongdini við hallið í fleiri ár á rað til eitt avlop, sum fer at geva felagsskapinum nógv rúmari ræsir at byggja varandi orkukeldurnar út.

Myndin er av nøkrum av umboðunum fyri kommunurnar.