Einkultstartur í Sundalagnum

Sunnudagin verður súkklað um kapp á einkultstarti, sum er 40 kilometrar. Byrjað verður á víkiplássinum við Kirkjuna í Kollafirði, og súkklað verður til rundkoyringina við Streymin og aftur. Eisini verður skipað fyri einkultstarti fyri motionistar, og venda hesi við Áir.